HM 1/8 finala
Talan var avgjørt ikki um nakað storspæl frá bretunum, sum fyri tað nógva høvdu trupult við at finna rætta lagið í spælinum.
Ecuador hótti eisini nakrar ferðir enska málið, men á tímanum kom forloysingin, tá Davic Beckham bendi eitt fríspark upp um múrin og niður við nærra stólpa. Tað vísti seg at vera nóg mikið, og nú er Ongland til reiðar at møta vinnaran av dystinum millum Portugal og Holland í eini 1/4-finalu.
Ongland-Ecuador 1-0 (0-0)
1-0: David Beckham, 60.









