Beckham fekk sítt fyrsta mál

Hósnáttina var LA Galaxy í dysti ímóti DC United, og fyri fyrstu ferð var David Beckham at finna ímillum fyrstu 11 leikararnar.

Og tað var eisini Beckham, sum gjørdist dagsins maður. Um miðjan fyrra hálvleik legði hann La Galaxy á odda, tá hann sendi eitt fríspark úr knøppum 25 metrum beinleiðis í málið. Í seinna hálvleik var Beckham arkitekturin handan 2-0 málið, tá hann við góðari sending spældi Landon Donovan púra leysan, og hesin sveik ikki álitið. 2-0 gjørdist eisini endaliga úrslitið í fyrsta dystinum, sum Beckham byrjaði fyri LA Galaxy.