Enski fótbóltsspælarin David Beckham viðurkennir nú, at tað gongur illa hjá honum sum fótbóltsspælari.
- Eg eri keddur og frustereraður um, at eg hvørki spæli fyri liðið hjá mær ella landið hjá mær, sigur Beckhavm við Mail on Sunday.
Nýggi enski landsliðsvenjarin Steve McLaren hevur sagt, at hann hevur ikki brúk fyri Beckham á landsliðnum, og í Real Madrid situr Beckham nógv á beinkinum.










