Er David Beckham nóg væl fyri, so er hann sjálvskrivaður í enska HM-hópinum, sigur Fabio Capello.
Italski landsliðsvenjarin hjá Onglandi hevur áður sagt, at hann hevur mest sum gjørt av, hvørjir spælarar mann HM-hópin hjá Onglandi.
Og nú sigur hann, at David Beckham avgjørt telist millum teir, sum hann ætlar sær at hava við til Suðuarafrika.
- Sjálvandi er hann tað. Spælir hann væl og er hann væl fyri kropsliga, so skal er hann við í hópinum. Eg hugsi ikki um aldurin, tá eg taki hópin út. Eg hugsi um kvalitetir, og hesum hevur Beckham ovmikið av, sigur Fabio Capello við blaðið Gazzetta dello Sport.
Eins og hann var tað í vár, so er David Beckham í løtuni leigaður frá LA Galaxy til AC Milan. Fyrst og fremst, tí spælarin sjálvur ynskir at hava bestu fortreytirnar at fyrireika seg, so hann er aktuellur til HM-hópin.










