Beckham dagar í Manchester

Í annaðkvøld skulu David Beckham og AC Milan møta Manchester United á Old Trafford í Champions League. Tað er fyrstu ferð, at Beckham skal spæla á gamla heimavøllinum, síðani hann í 2003 skifti til Real Madrid. Tað var sjón fyri søgn, at David Beckham framvegis er væl dámdur millum Manchester United viðhaldsfólkini. Fyrrverandi Manchester United spælararin mátti fáa hjálp frá løgregluni fyri at sleppa vegin fram.

 

Manchester United vann fyrra dystin 3-2 í Milano. Tá legði David Beckham upp til 1-0 málið hjá Ronaldinho. Seinni dysturin verður í annaðkvøld kl 19.45.