Beckham aftur í Milan

David Beckham var part av árinum í fjør við á liðnum hjá AC Milan, og leigumálið spældi somikið væl av, at partarnir líka síðani hava tosað um eina endurtøku í ár. Ikki minst tí evropiskur fótbóltur á topstøði tykist vera fortreytin, um Beckham skal gera sær vónir um at verða partur av enska HM-hópinum.

Milan boðar í dag frá, at felagið er komið ásamt við 34 ára gamla Beckham og LA Galaxy um eitt leigumál, sum gongur frá januar og fram til kappingarlok í Italia.

- Vit eru sera fegin um, at Beckham aftur verður partur av liðnum. Í fjør var hann ein framúr styrkur hjá okkum, sigur Adriano Galliani, varaforseti í Milan, á heimasíðu felagsins.