Eftir at hann ikki hevur spælt seinastu fýra landsdystirnar, verður David Beckham aftur at síggja á enska landsliðnum, sum leygardagin spælir venjingardyst móti Eysturríki. Hóast hann ikki hevur spælt nógvar dystir í seinastuni, so fær Davic Beckham við hesum møguleikan at spæla sín landsdyst nummar 98. Dysturin er seinasta fínpussingin hjá Steve McLaren, landsliðsvenjara, áðrenn Ongland mikudagin spælir avgerandi dystin í undankappingini. Tann dysturin er á heimavølli móti Kroatia.