David Beckham spældi aftur við hjá Real Madrid um vikuskiftið. Hann hevur annars verið uttanfyri hópin, eftir at hann gjørdi sáttmála við LA Galaxy. Leygardagin tók venjarin Beckham við aftur á liðið, og tað var eitt gott hugskot. Í fyrra hálvleiki skoraði Beckham beinleiðis við frísparki, og Real Madrid vann dystin 2-1.
- Beckham er ein skilagóður persónur, og hann hevur altíð rætta hugburðin, sigur venjarin Fabio Capello.










