Hóast einki er undirskrivað, so verður tað frá flestu síðum roknað við, at Michael Balalck komandi ár fer at spæla í bláa Chelsea-búnanum.
Somikið vísur er forsetin í Bayern München, Franz Beckenbauer, í hesum, at hann nú hartar Ballack, sum hann heldur spara seg til komandi kappingarár.
Onkra tíð hugsi eg við mær sjálvum, um Ballack er við á liðnum hjá okkum ella ikki. Tað tykist í øllum førum, sum roynir hann bara at gera sum minst, so hann er væl fyri, tá hann skal byrja í Chelsea.
Sjálvur leggur Ballack tó lítið í, hvat Kaiser Franz heldur um sítt spæl.
Fyri meg er tað týdningarmesta, at vit vinna. Og so leggi eg líka í, hvat hann heldur, ljóðaði kølna staðfestingin frá Ballack.










