?Ongland hevur ikki tann serliga andan longur? sigur Beckenbauer. Hann eftirlýsir tann serliga andan og stríðsviljan, sum altíð plagdi at eyðkenna Ongland. ?Tá Ongland leikti ímóti Týsklandi á Wembley í august, var tað, sum at síggja eitt skúlalið. Har var einki lív í liðnum!? sigur Beckenbauer avgjørdur. Beckenbauer minnist, at frá hansara tíð vóru tað menn, sum Alan Ball, sum gingu undan at rópa á og motivera viðleikarnar. Fyrrverandi enski landsliðsvenjarin; Terry Venables er ósamdur við Beckenbauer, og heldur hann, at keisarin hevur hugt eftir teimum skeivu dystunum. Ein annar fyrrverandi venjari; Graham Taylor er kortini samdur: ?Har er eingin undangongumaður, sum Tony Adams, Stuart Pearce, ella Gascoigne.? Beckenbauer heldur kortini, at tað verður ein stórur missur fyri EM-endaspælið, um Ongland ikki verður við. ?Eitt EM uttan Ongland, verður ongantíð tað sama.? heldur Beckenbauer.