Beckenbauer kennir seg ikki vælkomnan til HM

Fyrrverandi týska fótbóltsstjørnan Franz Beckenbauer hevur avlýst ætlaðu ferðina til HM í Brasil.

Fyrradagin gjørdi altjóða fótbóltssamgongan FIFA av at geva Beckenbauer 90 dagar luttøkubann, tí at hann hevur sýtt fyri at tosa við amerikanska ákæran Michael Garcia, sum er settur at kanna møguliga korrupsjón í sambandi við avgerðirnar um, hvør skal hava HM í 2018 og 2022.

 

Franz Beckenbauer var nevndini hjá FIFA í 2010, tá tað bleiv avgjørt, at Russland verður vertur í 2018 og Qatar í 2022.

 

-Eg helt tað vera skemt, tá eg fekk boðini um karantenuna, sigur Beckenbauer við Sky Sport. 

 

Sum spælari vann Beckenbauer heimsmeistaraheitið við Vesturtýsklandi í 1974 og sum venjari í 1994.