Beck mist licensin

Danki Mikkel Beck, sum hevur eina fortíð sum landsliðsspælari, sleppur ikki longur at virka sum spælaraumboðsmaður. Mikkel Beck hevur sum umboðsmaður gjørt avtalu millum spælara og felag, har hann umboðaði báðar partar í handlinum, og tað er ímóti reglugerðunum fyri umboðsmannavirksemi. DBU hevur viðgjørt málið, og umframt bót á 200.000 krónur, missir Beck lisensin sum umboðsmaður í trý ár. Tvey av hesum eru tó treytað frádøming.