Niðurlendska drotningin, Beatrix, hevur gjørt av at siga trúnuna frá sær. Tað skriva niðurlendskir fjølmiðlar, sum eisini vita at siga, at drotningin fer at almannakunngera avgerð sína í einari røðu í kvøld.
Tað merkir, at tann 45 ára gamli krúnprinsurin Willem-Alexander tekur við sum kongur. Beatrix, sum hevur sitið á trúnuni í 32 ár, fyllir 75 um tríggjar dagar. Kona Willem-Alexander, Maxima, er ættað úr Argentina. Tey eiga tríggjar døtur.
Í Niðurlondum er tað siðvenja, at kongur ella drotning leggur frá sær, tá aldurin byrjar at tyngja av álvara. Mamma Beatrix, Juliana drotning, legði frá sær í 1980 eftir at hava verið ríkisleiðari í 31 ár.










