Beatles út í rúmdina

Beatles lagið ?Across the Universe? verður sent upp á Norðstjørnuna í sambandi við fimti ára hátíðarhaldið hjá bæði NASA og The Beatles. Lagið fer at ferðast við 300 000 kilometrum um sekundi móti Norðstjørnuni. Tiltakið er ein partur av netverkinum Deep Space Network hjá NASA. Hetta er net av radioteleskopum, sum verður brúkt í samskiftinum við rúmdarfør. Sangurin Across the Universe snýr seg um markleysan og ódeyðiligan kærleika, ið skínur sum milliónir sólir. Lagið varð í sínari tíð skrivað av John Lennon. Fyrrverandi Beatles-limurin Sir Paul McCartney er sera fegin um tiltakið, og biður NASA heilsa har uppi. Soleiðis skrivar norska heimasíðan www.forskning.no.