Beatles løg veksa í virði

Heimsins mest týdningarmikli pop/rokk bólkur The Beatles, hava síðstu 40-45 ár vunnið sær inntøkur, ið ljóða uppá mangar milliardir. Hendan samlaða upphæddin av inntøkuni hjá bólkinum, kann vísa seg til at blíva bert ein lítil partur av endaligu inntøkuni, tá hugsa verður um nýggju avtaluna við teldufyritøkuna Apple Inc.

 

Aftaná mong ár í stríði við Apple Corps, sum var plátufelagið hjá beatlunum, keypti Apple Inc. herfyri hugtakið ?Apple?, sum lá inni við rættindum til mongu perlurnar hjá bólkurin. Teldurisin kemur sostatt at standa fyri løgunum hjá Beatles, og er ætlanin at yvirføra tey til iTunes vevhandilin hjá fyritøkuni nú møguleikin er til staðar.

 

Tað er ongin loyna at bólkurin úr kenda enska býinum Liverpool er ógvuliga væl dámdur kring heimin. Fólk hjá Apple Inc. meta at nýggja avtalan kann útvega inntøku upphæddir uppá 6 milliardir krónur fleiri ár á rað, meðan limirnir í Beatles enn fáa sín ?royalty? pening.