Beate og tey bleytu virðini

   

Eg má siga, at ein gjørdist rættuliga skakkur, tá Beate L. Samulesen fyri opnum skermi í Dagi og Viku fríggjakvøldið tosaði um ætlaðu byggingina av eldraíbúðum í Tórshavn. Beate er formaður í sosialu nevnd í býráðnum. Hon er í meirilutanum í býráðnum og er vald fyri sambandsflokkin.

Beate segði, at býráðslimir, væl at merka allir uttan hon sjálv, bert hugsaðu um asfalt, vegir, havnaløg og líknandi, og at tá talan var um tey "bleytu" virðini, stóð hon einsamøll. Har var einki "forstáilsi" at finna frá hinum býráðslimunum.

Slík ósannindi eru tíbetur ikki vanlig, og tá slett ikki frá einum samgongufelagi, sum er í meirilutanum, og sostatt beinleiðis hevur verið við til at leggja fíggjarætlanina fyri kommununa.

Eg kann bara koma til tvær niðurstøður, hví Beate úttalar seg, sum hon gjørdi í SVF.

1. At hon veit als ikki, hvat hon tosar um. Tvs. hon fylgir ikki við, hvat hon sjálv hevur samtykt, og at hon uttan himpr sleingir um seg við beinleiðis ósannindum, av tí at hon ikki veit betur.
2. At hon er byrja uppá valstríðið til komandi býráðsval, og at hon niðurger sínar egnu samgongulimir og politisku partamenn fyri sjálv at koma framat.

Báðir av omanfyri nevndu møguleikum eru ikki til sóma fyri Beatu, og vónandi er eisin ein triði møguleiki, sum eg ikki kann koma til hugs.

Fyri at afturvísa útsagnini hjá Beatu, skal eg bert vísa á, hvussu íløgurnar fyri 2003 síggja út. Hesar íløgur eru samtyktar av Tórshavnar Býráð, eisini av Beatu L. Samuelsen.

Byggibúning, útstykkingar o.a. 0,5 mió. kr.
Vegir12.0 mió. kr.
Kloakkir 2.0 mió. kr
Renovatión 8.0 mió. kr
Sløkkiliðið/verkstaðið 3.3 mió. kr
Kirkjugarðar 1.0 mió. kr
Fríðkan av býnum 1.0 mió. kr.
Ítróttur og frítíðarvirksemi 0.5 mió. kr.
Barnaansing39,0 mió. kr.
Skúlar12.5 mió. kr.
Eldrarøkt * 6.8 mió. kr
Íløgur í alt 86.7 mió. kr.

* Eldrarøkt er eitt 100 % landsmál

Ein og hvør kann so hava eina meining, um tey bleytu virðini eru høgt nokk prioriterað á verandi fíggjarætlan, men tú skalt leita minst tjúgu ella tríati ár aftur í tíðina fyri at finna eina fíggjarætlan, har tey bleytu virðini eru sett so ovarliga á ynskilistanum hjá okkum politikarum.

Av íløgum uppá 87 mió. kr. (Rundað tøl) eru 58.4 mio.kr. sett av til tey sokallaðu bleytu virðini. Tølini vísa, at vit í ár hava sett 67 % av íløgunum til tað "bleyta", ímeðan tað "harða" bert hevur fingið 33%.

Áhugavert kundi verið, um Beate kundi víst á nakað undanfarið býráð, sum hevur verið í nærheitini av at hava sett so stóran part av íløgunum til júst tey bleytu virðini.

Lat meg enda við, at tað er sera hugstoytandi at verða soleiðis viðfarin av einum samgongupartnara. Verri má kenslan verða hjá Beatu´sa partamonnum, soleiðis at fáa knívin í ryggin, best sum ein veruliga roynir at loysa nøkur sera átrokandi kommunal mál, har sum sambandsflokkurin hevur formannin í nevndumum.