Beate heldur fram sum forkvinna

Landsfelag Pensjónista hevði aðalfund 29. apríl 2023

 

 

 

Leygardagin 29. apríl hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund á Hotel Hafnia, har m.a. nevndarval var á skránni.

 

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali og tríggir varalimir.

 

Í nevndina vóru vald: Beate L. Samuelsen, Pensionistafelagið í Havn, Ingeborg Vinther, Pensjónistafelagið í sunnaru helvt av Suðuroy og Alfred Olsen, Eldrafelagið á Toftum

 

Sum varalimir vóru vald:, Erhard Jacobsen, Vága Pensjónistafelag, Elna Lamhauge Strøm, Pensionistafelagið í Havn og Annvør Jacobsen, Eldrafelagið á Eiði.

 

Nevndin í Landsfelag Pensjónista hevur skipað seg soleiðis:

 

  • Beate L. Samuelsen, forkvinna
  • Ingeborg Vinther, næstforkvinna
  • Alfred Olsen, nevndarlimur
  • Hans Jacob á Kósini, nevndarlimur
  • Jákup Andreasen, nevndarlimur