Beata ætlar sær í býráðið

– Tá tey snakka um hetta at vera pensjónistur, so eru tað altíð konufólk, sum eru gomul. Menninir verða ikki gamlir, men onkur í býráðnum er eldri enn eg, sigur Beate Lindenskov Samuelsen

– Eg umhugsi at stilla upp til býráðsvalið!

 

Tað segði Beate Lindenskov Samuelsen í sendingini »Lívið eftir 65« í Kringvarpinum í gjár.

 

Í sendingini varð Beate Lindenskov Samuelsen spurd, hvat hon helt um tað, at hon nú »per definitón« er partur av »eldrabyrðuni«.

 

Til tað segði Beate L. Samuelsen, at tað dámdi henni einki.

 

– Og av tí sama, so ætli eg mær kanska at stilla upp til býráðsvalið, sum verður í vetur. Tí, tá tey snakka um hetta at vera pensjónistur, so eru tað konufólk, sum eru gomul. Men menninir, teir verða ikki gamlir, segði Beate L. Samuelsen.

 

– Um tú hyggur rundan um teg, so finnur tú onkran býráðslim, sum er eldri enn eg, og í Løgtinginum eru eisini fleiri. So er tað eg tonki, hví skulu vit sum konufólk altíð aftra okkum, tað ber ikki til, segði Beate Lindenskov Samuelsen.

 

– So eg havi sett mær fyri sum konufólk, at eg vil gera nakað við hatta við eldrabyrðuni – at vit eru ikki nøkur byrða.

 

Beate Lindenskov Samuelsen hevur sitið í Tórshavnar Býráð. Hon varð vald fyri Sambandsflokkin í býráðið í 2004 men fall á valinum í 2008. Í 2012 stillaði hon ikki uppaftur.

 

Skuldi Beate Lindenskov Samuelsen verið vald í Tórshavnar býráð, so verður hon neyvan elsti býráðslimurin, tí Heðin Mortensen, sum ætlar sær enn eitt skeið í býráðnum (har hann hevur sitið í 44 ár] eru eldri enn hon. Faktiskt er tað nakað um tað, sum hon sigur um gamlar menn. Tí bæði borgarstjórin og varaborgarstjórin í Tórshavnar kommunu eru menn, pápar, abbar og langabbar.

 

So aldur er eingin forðing fyri at verða vald í Tórshavnar kommunu.