##med2##
– Hetta merkir í praksis, at starvsfólk kunnu halda fram, so leingi tey megna tað, og at aldur ikki longur er eitt sakligt atlit fyri uppsøgn, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
– Men hetta merkir so eisini, at kommunan má skapa ein rúmligan arbeiðsmarknað fyri eldri starvsfólk. Fyri mær er ongin ivi um, at vit hava tørv á mongum teirra, sum eru væl fyri, á fleiri arbeiðsøkjum.
Forkvinnan í Landsfelag pensjónista fegnast um avgerðina hjá Tórshavnar kommunu, sum hon heldur vera eitt sera stórt stig.
Hoyrið samrøðu, sum Árni Gregersen hevði við Beatu L. Samuelsen á FM1 í gjár.