Tey, sum sóu sjónvarpssendingarnar frá olympisku leikunum seinast, vóru varug við, at har var ein flogbóltgrein kallað Beach-Volley.
Hetta er ein rættiliga nýggj ítróttargrein, sum er sprottin úr tí vanliga flogbóltinum.
Navnið hevur ítróttargreinin fingið av teirri orsøk, at hon serliga verður leikt á strondini.
Hetta er sjálvandi mest galdandi í teimum heitari londunum, men nú er ætlanin at royna í Føroyum eisini.
Leygardagin 27. juni fer flogbóltsfelagið Fleyr at skipa fyri eini tílíkari flogbóltskapping í Sandágerði.
Hetta er fyrsta almenna kappingin av sínum slag í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðan skipaði Flogbóltssambandið fyri eini tílíkari kapping á Leynasandi, men hon var bert fyri nøkrum fáum leikarum.
Bæði kvinnur og menn fáa høvi at kappast í Sandágerði 27. juni.
Gott pláss er á sandinum í Sandágerði og í fyrsta umfari hava fyrireikararnir valt at gera tríggjar vallir í Sandágerði.
Fleyr hevur fingið fatur á góðum sponsorum og uttan teirra hjálp hevði kappingin verið av ongum, sigur Líggjas Høgnesen frá Fleyr, sum hevur staðið fyri fyrireikingunum.
Tað eru MBM og Føroya Bjór, sum eru størstu sponsorarnir aftanfyri kappingina.
Tey, ið hava hug at vera við í kappingini, kunnu tekna luttøku hjá Líggjasi Høgnesen á telefon 318824