Beach Boys koma saman í 2012 fyri at gera eina nýggja fløgu, og fara á eina 50 daga langa rundferð. Hetta verður gjørt fyri at markera 50 ára dagin hjá bólkinum.
Limirnir í bólkinum eru Brian Wilson, Mike Love, Al Jardine, Bruce Johnston og David Marks, og teir vóru allir við í bólkinum í 60unum, tá ið bólkurin gjørdist heimskendur við løgum sum Surfin USA, California Girls og Good Vibrations.
- Ársdagurin hevur stóran týdning fyri meg, tí eg sakni bólkin. Tað verður frálíkt at gera eina nýggja fløgu og standa á einum palli saman aftur, sigur tann 69 ára gamli Wilson í tíðindaskrivi til útlendskar miðlar.
Tann nýggja fløgan, sum enn ikki hevur fingið eitt heiti, verður útgivin í apríl í samband við rundferðina hjá bólkinum, sum byrjar í Jazzfestivalinum í New Orleans.
Beach Boys góvu sína fyrstu fløgu út í 1961 við beiggjunum Brian, Carl og Dennis Wilson á odda. Og hóast Dennis og Carl Wilson doyðu í ávikavist 1983 og 1998, so hevur bólkurin hildið fram við at ferðast runt og spæla.