BBC: Zlatan til United

Bretski miðilin sigur seg vera rættiliga sannførdan um, at Zlatan Ibrahimovic endar í Manchester United.

Undan EM-endaspælinum helt Zlatan nakrar tíðindafundir, har hann beinleiðis argaði miðlarnar - hann vildi ikki fortelja, hvar fótbóltsframtíðin lá, hóast hann legði upp til at fortelja tað, tá ið boðið var til fundar.

 

Seinastu fýra árini hevur Zlatan spælt við PSG í Fraklandi, har hann saman við liðnum vann fronsku landskappingina á hvørjum ári. Sáttmálin gekk tó út hetta summarið, og tessvegna er undir øllum umstøðum greitt, at umstrídda, svenska stjørnan skal finna sær nýtt felag. 

 

Eitt av feløgunum, ið dúgliga hevur verið sett í samband við Zlatan, er Manchester United, ið nýliga hevur fingið eins umstrídda José Mourinho í venjarasessin. Og sambært BBC, so verður tað júst í Manchester United, at Zlatan skal ganda við bóltinum og skilja seg úr mongdini við sínum speisku viðmerkingum.

 

BBC skrivar, at væntandi verður sáttmáli undirskrivaður í hesari vikuni ímillum partarnar báðar, sum fevnir um eitt ár. 

 

Hin 34 ára gamli Zlatan Ibrahimovic er júst steðgaður á svenska landsliðnum eftir EM-endaspælið í Fraklandi, har Svøríki ikki megnaði at leika seg víðari úr bólkaspælinum. Zlatan skoraði 62 mál í 116 landsdystum.