Um alt gongur sum ætlað verður tendrað fyri fimtu rásini á Rás Tórshavn í annaðkvøld klokkan seks. Tá fer býráðsformaðurin at seta BBC-World til, og fyrsta sendingin, sum síggjararnir fara at síggja, nú henda heimskenda og vælumtókna tíðinda- og upplýsingarrásin er aftur á skíggjanum, verður ?Six a clock news?.
Leivur Hansen, býráðsformaður sigur, at tíverri kemur Wold rásin nústaðni, tí tað er skjótt eitt ár síðani, at avgjørt varð at víðka Rás Tórshavn við BBC World. Men tað hevur so tikið sína tíð at fáa tey ymsu loyvini uppá pláss. Nú er tó komið á mál, og teir borgarar í Tórshavnar Kommunu, sum hava saknað eina tíðinda- og upplýsingarrás burturav, fáa hana nú. Hinar rásirnar á Rás Tórshavn, eru TV3, BBC Prime, MTV og Eurosport.
-Nú kann so sigast, at vit eru komnir málinum nærri við at hava eina størri breidd í sendiflatuni sigur Leivur Hansen, sum vónar, at býráðið við hesi ætlan hevur gjørt nakað gott fyri borgararnar í kommununi. Nú er so bæði talan um undirhald og mentan, ítrótt, tónleik og nú eisini tíðindi og upplýsing.