BBC vitjaði heilsukafé

Leygardagin klokkan 14 bjóðaði Klaksvíkar Sjúkrahús til Heilsukafé, sum hesaferð stóð einamest í ljósinum av diabetes. Men har vóru forkunnugir gestir á vitjan frá BBC eisini.

Karsten Hansen, landstýrismaður í heilsumálum, setti Heilsukaféina, har hann hugleiddi um tiltøk av ymiskum slag, sum hvørt í sínum lagi kunnu vera við til at betra um heilsuna. Eisini um hvussu myndugleikar kunnu vera við at hjálpa og serliga at upplýsa.

Korosh, yvirlækni greiddi frá um ymisk hugtøk innan almenna heilsurøkt og kom nakað inn á hugtakið ”Silent killers” vegna royking, ovát, ov høgt blóðtryst, sukur, alkohol, misnýtsla av ymiskum slag, ella bara lívsstílur, sum seinnu árini ber á skeiva borið, herundir eisini ov lítil rørsla og skeivir matvanar.

Eitt sjónvarpslið frá kendu sjónvarpsstøðini BBC gekk í hølunum á Pál Weihe og tók annars upp nógv frá Torra-Heilsukaféini. Teir vilja m.a vísa á vísundaliga arbeiðið hjá Pál Weihe við upplýsingum og rannsóknum annars innan diabetes. Henda dagin høvdu teir tikið myndir til eina frásøgn um, hvussu ein dagur hjá Pál Weihe kundi síggja út, har hann fyrrapartin hevði verið til fundir í Tórshavn, síðani fyrilestur í Klaksvík, í Listaskálanum seinnapartin og so frameftir.

Pál Weihe, yvirlækni helt ein fyrilestur, sum hevði heitið: ”Kunnu vit fáa diabetes av dálkaðum mati?”

Kristianna Rein, forkvinna í Diabetesfelag Føroya, helt fyrilestur um evnið: ”Týdningurin av regluligum eftirliti til tess at fyribyrgja fylgjur hjá fólki við diabetes”.

Bretska sjónvarpsliðið gjørdi nógv burturúr tí sera flotta og leskiliga frukt- og grønmetisborðinum, sum starvsfólkini á sjúkrahúsinum saman við køkinum høvdu gjørt til – teir hildu seg ikki hava sæð makan til slíkt. Hesum lótu teir væl at og hildu, at tað leskiliga borðið stóð væl mát við boðskapin um heilsu og heilsugóðan mat.

Tú kundi eisini fáa leskiligar drykkir úr frukt, annars grønmeti og frukt, eins og tú kundi fáa mált blóðtrýst og blóðsukur, skrivað teg upp til lungaaldurskanningar, mált kondi og BMI og mikið annað.

Jú, Klaksvíkar Sjúkrahús er eitt fyrikomandi stað, bæði um tú kemur í hugna- ella í sjúkraørindum.

Orð og myndir: Dávur Winther