Tað er nakað serstakt við Lonini vestantil á Sandoynni. Í fyrsta lagi er høgt av eggini og niður í sjógv, stívliga 300 metrar, siga teir, sum eru kendir um hesar leiðir. Tí er tað ein avbjóðing í sær sjálvum at fara niður í Lonina.
Uppi á bakkanum hava teir spælhús og spæl, men soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Áðrenn teir fingu spælið at draga línu og manning upp úr Lonini við, brúktu teir traktor, og fyri ta tíð hevur tað verið handamegi.
Í dag vóru sandoyingar í Lonini eftir nátaeggum og saman við monnum, sum eru royndir um hesar leiðir, vóru eisini fólk, sum av forvitni og fyri túrin skuld vildu síggja Lonina og kanska høvdu hug og dirvi at fara niður í høga bergið.
Á veiðiferðini í dag var eisini onkur djørv kvinna og onkur ungur drongur niðri í Lonini, og við á veiðiferðini var eisini ein maður - Tim Ecott - sum arbeiðir fyri BBC og sum hevur skrivað greinar um náttúru og ymiska veiðimentan.
Tim Ecott hevur í nógv ár arbeitt fyri BBC, og í sínari tíð arbeiddi hann nógv í afrikanskum londum, har hann bæði - sum hann sjálvur tekur til - skrivaði um politikk og kríggj. Nú er tað serliga náttúra og mentan sum hugtekur mannin.
Á sínum ferðum í Føroyum hevur Tim Ecott eitt nú verið á súluveiði í Mykinesi, og hann hevur verið á haruveiði í Vágum. Harumframt hevur hann vitjað stóra drunnhvítalandið í Nólsoy, eins og hann hevur verið í Stóru Dímun.
Lonin var málið hjá Tim Ecott í dag, og hann sigur við In.fo í kvøld, at hetta var eitt velduga stórt upplivilsi, tó at hann sjálvur ikki var niðri í Lonini. Hann sigur, at honum dámar væl føroyingar og heldur, at føroyingar eru bæði vinarligir og gestablíðir.
Í kvøld svevur BBC-maðurin á Sandi, og í morgin ber leiðin út til Skúvoyar, har Tim Ecott eitt nú fer at síggja oynna saman við Tummasi Frank Joensen.
In.fo kann leggja aftrat, at tey, sum vóru eftir nátaeggum í Lonini í dag, fingu sløk 200 egg, og hóast hetta er nógv minni, enn tá nátin var mestur, er hetta eitt hampiligt tal ein slíkan dag sum í dag.