Tey 38 ofrini, sum vórðu funnin deyð íeinum lastbili nærindis London, vóru úr Kina.
Tað skriva BBC, Sky News og sjónvarpsstøðin ITV.
Løgreglan í Essex hevur ikki gjørt viðmerkingar til upplýsngarnar í miðlunum.
Ógreitt er, hvar og nær fólkini upprunaliga komu í frystibingjuna, sum gjáranáttina varð funnin eystan fyri London.
Hildið verður, at tey 39 frystu í hel í kølibingjuni, har temperaturin kann fara heilt niður til minus 25 stig. Tað skrivar fleiri bretsk bløð, sum vísa til dulnevndar keldu rí løgregluni.
/ritzau/