BBC sendir beinleiðis av Eiði

Í ssambandi við sólarmyrkingina, fer BBC at senda beinleiðis av Eiði, meðan sólarmyrkingin er.

Eiðis kommuna almannakunngerð í dag, at bretska útvarps- og sjónvarpsrásin BBC fer at senda beinleiðis sjónvarp av Eiði tann 20. mars. Talan er um beinleiðis sjónvarp í sendingini STARGAZING LIVE, ið er ein sera vælumtókt sjónvarpsrøð í Bretlandi. Umframt at senda beinleiðis av Eiði, fer STARGAZING LIVE eisini at hava eitt sjónvarpslið í einum flogfari uppi yvir Føroyum. Í tíðindaskrivi siga BBC og STARGAZING LIVE soleiðis:

 

- Liz Bonnin er á ørindi at fanga besta útsýni av sólarmyrkingini gjørligt, so hon er á veg til Føroya, norðan fyri bretsku oyggjarnar. Fyri at tryggja okkum, at vit kunnu taka lut í hesi stórbæru løtu, fer hon at senda beinleiðis frá einum flúgvandi sjónvarpsstudio høgt omanfyri øll skýggj.

 

- Chris Hollins verður á landi í Føroyum og fer at njóta spenningin og dámin, saman við hundraðtals av sólarmyrkingsfjepparum, sum eisini eru á hesi serligu ferð, í vón um at síggja hetta sermerkta fyribrygdi.

 

Eiðis kommuna skrivar, at avtalan við BBC er komin í lag í sambandi við tiltakið, ið Eiðis kommuna saman við øðrum skipar fyri tann 20. mars.

 

- Í sambandi við, at BBC sendir beinleiðis av Eiði, hava vit eini týdningarmikil boð (á enskum) beinleiðis úr Onglandi. Fólk skulu vera varug við, at: "By turning up and being present at this event, you are agreeing to be filmed and appear on the BBC Programme, albeit maybe in the background”, skrivar Eiðis kommuna.