BBC leitar eftir føroyingi

Ynskir tú at royna lívið í Bretlandi og fáa ferð og uppihald rindað? So hevur tú møguleikan nú

BBC hevur sett seg í samband við Miðlahúsið um at finna ein føroying, ið hevur hug at royna lívið í Bretlandi 10 dagar.

 

BBC er í holt við at framleiða eina sendirøð, ið kallast Life Swap Adventure. Hugskotið er, at ein breti og ein føroyingur skifta lív í nakrar dagar. Føroyingurin fer til Bretlands og upplivir hvussu gerandislívið er har og umvent kemur bretin til Føroya og upplivir lívið her.

 

Tey hava tikið fimm sendingar upp, millum annað eina í Malawi, men ynskja eisini at fáa eina úr einum norðurlandi.

 

Framleiðarin sigur, at tey ynskja helst, at viðkomandi, sum ynskir at royna hetta, skal búgva í einum staðið, ið brýtur so nógv frá einum bretskum býarlívi sum gjørligt. Endamálið er eisini at uppliva so nógva heimaliga mentan sum gjørligt. Tann, ið tekur av hesum spennandi tilboðið, má hava vælsignilsi frá famljuni, tí tað er eisini eitt krav, at familjan hjá viðkomandi verður filmað her heima. Tað er fyri at lýsa gerandisdagin hjá einum føroyingi so væl sum gjørligt.

 

Krøvini, ið skulu uppfyllast eru hesi:


- Viðkomandi skal tosa enskt
- Skal ikki hava verið í Bretlandi fyrr
- Skal hava eitt ynski um at royna lívið í einum øðrum landi
- Skal hava ein hug at royna okkurt nýtt
- Skal verða millum 25-50 ára gamal
- Skal helst ikki búgva í einum býi
- Skal hava eitt arbeiði, ið bretin skal uppliva sum okkurt øðrvísi enn tað vanliga

 

Framleiðarin hjá BBC sigur, at tað er ynskiligt, at viðkomandi, ið tekur av, helst uppfyllir øll krøvini, men um onkur til dømis hevur verið í Edinburgh eitt vikuskiftið, so er ikki at setast aftur. Møguliga kann viðkomandi takast við alíkavæl.

 

Sendingin skal takast upp í januar, so tað er neyðugt at verða skjótur úti um seg, um tú ynskir at taka lut.

 

Um onkur hevur áhuga fyri hesum stuttliga tiltaki, so er gjørligt at senda ein teldpost til uklifeswap@bbc.co.uk og fáa svar uppá sínar spurningar ella til solvit@sosialurin.fo. Sigast skal, at vit kunnu bert svara vegleiðandi.