BBC fløktust í Føroyum

Føroyar eru lítlar og sjálvt tey bestu kunnu fløkjast í okkum

BBC hevur nú biðið um umbering fyri at fløkja kom í heimskortið hjá teimum í sambandi við veðurtíðindini hiðani úr Norðurhøvum.

Á kortinum hevur BBC kallað Føroyar fyri Fair Isle. Fair Isle er annars ein fjarskotin partur av Hetlandi, og hon liggur miðskeiðis ímillum Hetland og Orknoyggjar.

BBC hevur eisini havt Hetland liggjandi í einum kassa beint við Skotland, ella hevur Hetland ikki verið nevnt yvirhøvur.

Shetland News skrivar, at nú hevur BBC biðið um umbering fyri mistøkini, og hevur samstundis rættað tey.