Stutt fyri jól avdúkaði ein sending hjá BBC ymisk viðurskifti í mótaheiminum, sum tað vanliga ikki verður tosað so nógv um.
MacIntyre Undercover vísti, at rasisma, rúsevni og kynsligt misbrúk av ungum modellum er vanligt í mótaheiminum. Nakrar av heimsins størstu mótafyritøkur komu í andglettin, og sendingin hevði við sær, at fólk í fleiri fyritøkum vórðu søgd úr starvi.
MacIntyre Undercover hevur brúkt loyniligar upptøkur fyri at staðfesta, hvussu leikur fer í mótaheiminum.
Sendingin vísir, at ein stjóri hjá Elite Model Look tosar niðursetandi um afrikansk lond og um myrkar modellir.
Ein umboðsmaður fyri fronsku fyritøkuna Marilyn Models verður tikin upp á sjónband, meðan hann letur eini kendari bretskari modell kokain. Marilyn Models royndi at steðga hesum myndunum, men eftir sendingina fingu bæði umboðsmaðurin og modellin durafjórðingin.
Fyrsta reaktiónin hjá Elite Models var eisini ein hóttan um eina stevning, tí sendingin byggir lutvíst á loyniligar upptøkur, sum felagið helt verða ólógligar. Men eisini Elite hevur sagt fólki upp eftir avdúkingarnar í sendingini.
Tilboð um rúsevni
Sjónvarpskvinnan Lisa Brinkworth spældi leiklutin sum modell, meðan hon arbeiddi við sendingini, sum Donald MacIntyre hevur staðið fyri. Hann hevur áður avdúkað ófriðarkroppar innan fótbóltsheimin við at latast vera ein teirra.
Brinkworth hevur greitt greitt frá, at hon tilboð um rúsevni, og einu ferðina varð hon spurd, um hon kundi veita einum manni eina tænastu í songini hjá honum. Tað vildi hon ikki, men hon heldur, at nógvar av teimum ungu modellunum klára ikki at siga nei til síkar umbønir.
Europeiski stjórin fyri Elite, Gerald Marie, er nógv at síggja í sendingini. Hann hevur verið giftur við tí kendu Lindu Evangelista, og sambært Brinkworth bjóðaði hann sær eina millión lirar, um hon vildi í song við honum.
Sendingin MacIntyre Undercover verður víst í SvF í kvøld.