BBC í andgletti

Í gjárkvøldið slapp tann sera høgrasinnaði politikarin Nick Griffin fyri fyrstu ferð at taka lut í teirri væl umtóktu kjaksendingini Question Time hjá bretska kringvarpinum BBC.

Griffin er formaður í British National Party, sum er kendur fyri síni sera víðgongdu sjónarmið.

Fólk, sum eru ímóti flokkinum, savnaðust uttan fyri upptøkuhølið hjá BBC, meðan sendingin var, og leiðslan í BBC hevur verið fyri hvøssum atfinningum fyri, at hon loyvdi Griffin fram at mikrofonini.

Í sendingini segði BNP-formaðurin, at bretskar stjórnir hava framt fólkamorð ímóti bretum við at loyva innflytarum til Bretlands.