Baywatch á Gøtusandi

Á hvørjum ári fylkist nógv fólk á Gøtusandi tá G!festivalurin verður hildin, men hetta er ikki einasta mentanarhendingin, sum vakra sandstrondin hevur verið partur av.

 Á Youtube liggja nógv føroysk filmsklipp og eitt av hesum er ein føroysk parodi upp á Baywatch, nevnd Faroese Babewatch. Ein flokkur av ungum monnum spælir intropartin til Baywatch í teirra egnu útgávu á júst Gøtusandi. Tað er LavaLava productions, ið hava staðið fyri framleiðsluni og hetta er annar filmur hjá teimum, frammanundna hevur LavaLava gjørt ræðufilmin Eyðun Returns, ið eisini liggur á Youtube.


Faroese Babewatch: youtube.com/watch?v=BfRPjVN5sso

Eyðun Returns: youtube.com/watch?v=qMCjfgsSn9s