Stjórin í týska Bayern Munchen, Uli Hoeness, váttar nú, at felagið roynir at keypa Jose Bosingwa úr Chelsea. Portugisiski landsliðsspælarin skifti til Chelsea í fjør, men nú tykist Allianz Arena at verða ein sannlíkur heimavøllur hjá honum. – Vit hava sum so keypt hópin, sum vit skulu hava. Tað einasta plássið, sum vit hugsa um nú, er á høgra bakki, og har er Bosingwa heilt víst ein spælari, sum vit hava hug á, sigur Hoeness týska TZ.