Mario Gomez skoraði tvær erðir, tá Bayern München vann steypakappingina 3-2 á Stuttgart.
Í seinasta dystinu fyr Bayern München vann Jupp Heynckes 3-2 á Stuttgart, eftir at hava vunnið 2-1 á Dortmund í Champions League finaluni.
Thoman Müller skoraði upp á brotsspark í fyrra halvleiki, men Mario Gomez skoraði tvey mál í seinna hálvleiki, og so var tað ikki nóg mikið, at Martin Harnick tvær ferðir javnaði fyri Stuttgart.
Hetta var samstundis seinasti dysturin hjá Jupp Heynckes, sum eftir øllum at døma gevst sum venjari, nú Pep Guardiola tekur við eftir summarsteðgin.
- Eg ætli æt at geva ein tíðindafund týsdagin, og tá fari eg at siga, hvat eg ætli mær, segði Jupp Heynckes.
Hann er 68 ára gamal í løtuni, og tí ikki ov gamal at halda fram.