Bayern vann stórdystin

Týska stórfelagið var í trongum skóm undan dystinum. Men sum tað sømir seg einum týskum liði, so reistist Bayern, tá mest stóð á.

Trezeguet hevði annars lagt Juventus á odda, soleiðis at teir stevndu móti knockout-partinum av Champions League, men so setti Bayern ferð á.

Fyrsti málskjúttin var enntá málverjin, Hans Jorg Butt, sum tó hevur verið tryggur brotssparksskjútti í fleiri ár. Og við málum frá Olic, Gomez og Tymoschuk fekk Bayern staðfest við stórum bókstavum, at teir framvegis eru eitt felag, sum roknast skal við.

 

Og so slepst ikki heilt undan at nevna Apoel Nicosia, sum fyrr í ár sendi EB/Streym úr kappingini. Cypriotisku meistararnir spældu nevnliga 2-2 javnleik á Stamford Bridge ímóti Chelsea.

 

Úrslitini í kvøld

Bólkur A

Juventus-Bayern Munchen 1-4

Maccabi Haifa-Bordeaux 0-1

 

Bólkur B

Besiktas-CSKA Moskva 1-1

Wolfsburg-Manchester United 1-3

 

Bólkur C

FC Zurich-AC Milan 1-1

Marseille-Real Madrid 1-3

 

Bólkur D

Atletico Madrid-Porto 0-3

Chelsea-Apoel Nicosia 2-2