Bayern vann aftur

Eftir tríggjar dysir uttan sigur, vendi eydnan hjá týska Bayern München um vikuskiftið, tá teir spældu á útivølli móti Hannover 96. Her eydnaðist tað nevnliga Bayern at vinna 3-0 við málum frá Thomas Müller, Ivica Olic og Mario Gomez. Við sigrinum er Bayern nú nummar fýra í Bundesliguni, seks stig aftan fyri Bayer Leverkusen, sum hesa ferð vann 4-0 móti Stuttgart.