Tveir áttandapartsfinalur verða í kvøld í Champions League. Verandi Champions League vinnararnir úr Bayern Munchen eru á vitjan hjá Arsenal, meðan AC Milan fær vitjan av Atletico Madrid.
Bayern uttan Ribery
Bayern Munchen er uttan iva heimsins besta fótbóltslið í løtuni. Felagið hevur vunnið alt, sum vinnast kann seinasta árið. Nú er spurningurin um Bayern Munchen kann gerast fyrsta felagið, ið megnar at vinna Champions League kappingina tvær ferðir upp í slag. Tað hevur ongin megnað síðani kappingin skifti heitið til Champions League fyrst í 90 unum.
Týska meistaraliðið er uttan Franck Ribery, sum er skaddur. Liðið hevur tó fleiri góðar spælarar at velja í millum, so tað er avmarkað hvussu nógv tað ávirkar liðið, at franski vongurin ikki er tøkur.
Endurtøka frá í fjør
Fyri júst einum ári síðani møttust liðini í somu kapping í somu støðu. Tá vann Bayern Munchen 3-1 á Emirates leikvøllinum, meðan Arsenal vann returdystin 2-0. Arsene Wenger metir tó, at Arsenal er betri fyri í ár.
- Seinast vit møttu Bayern Munchen høvdu vit tapt fyri Blackburn. Hesa ferð hava vit júst vunnið á Liverpool, sigur venjarin hjá Arsenal.
Venjari hjá Bayern Munchen er spaniólin, Pep Guardiola, sum er fyrrveradni venjari hjá Barcelona, tá katalanska stórliðið var í hæddini.
- Tað Barcelona liðið er tað besta eg nakrantíð havi spælt ímóti. Vónandi siti eg ikki við somu kenslu um Bayern Munchen eftir hendan dystin, sigur Arsene Wenger.
Arsenal er uttan Mikel Arteta, sum hevur leikbann. Jack Wilshere, Santi Cazorla, Kieran Gibbs, Bacary Sagna og Oliver Giroud sótu allir uttanfyri móti Liverpool í FA Cup kappingini um vikuskiftið. Teir verða væntandi allir við í kvøld.
Skert Milan lið
Í hinum dystinum spæla AC Milan og Atletico Madrid. AC Milan hevur tað trupult í Seriu A, har liðið liggur nummar níggju. Riccardo Montolivo og Sully Muntari hava leikbann, meðan Stephan El Shaarawy og Robinho eru tveir av seks skaddum spælarum.
Fyri Atletico Madrid kemur Diego Costa at verða størsta hóttanin. Hann hevur havt eitt framúr kappingarár, men hann ávarar eisini sínar liðfelagaðar undan dystinum um Mario Balotelli.
- Balotelli er ein av bestu framherjunum í heiminum. Okkara verjuspælarar mugu halda eitt vakið eyga við honum, ávarar Diego Costa.
Champions League – áttandapartsfinalur:
Í dag:
AC Milan – Atletico Madrid (19:45)
Arsenal – Bayern Munchen (19:45)
Í gjár:
Manchester City – FC Barcelona 0-2 (0-0)
0-1 Lionel Messi, 54 br
0-2 Dani Alves, 90
Bayer Leverkusen – PSG 0-4 (0-3)
0-1 Blaise Matuidi, 3
0-2 Zlatan Ibrahimovic, 52 br
0-3 Zlatan Ibrahimovic, 42
0-4 Yohan Cabaye, 88