Bayern Munchen er saman við Borussia Dortmund í Champions League finaluni. Bayern Munchen vann í kvøld 3-0 á Barcelona og vinnur samanlagt heili 7-0.
Í Barcelona varð mett, at Lionel Messi ikki kundi spæla ein heilan dyst og tí byrjaði hann á bonkinum, meðan stinni verjuspælarin hjá Bayern Munchen, Dante, somuleiðis byrjaði á bonkinum hjá Bayern Munchen, tí hann hevði verið sjúkur upp til dystin.
Fyrri hálvleikur var lítið hendingaríkur. Barcelona kundi at kalla einki í álopspartinum uttan Lionel Messi, meðan Bayern Munchen í fleiri førum royndi seg við skjótálopum. Tvær ferðir var bjargingarmaðurin hjá Barcelona miðverjin, Gerard Pique, sum fekk taklað í evstu løtu.
Bara tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik kom fyrsta málið. Arjen Robben, staddur í høgru, fekk eina langa sending úr vinstru. Hann rak framvið einum verjuspælara og meddaði bóltin í handara síðunet. Var nakar ivi áðrenn, so var hann burtur nú. Barcelona skuldi nú skorað heili seks mál fyri at koma víðari.
Løtuna eftir málið vísti Bayern Munchen stórspæl á Nou Camp. Teir trillaðu bóltin runt í besta Barcelona-stíli vildi onkur kanska sagt. Heimaliðið valdi eisini at skifta Xavi og Andres Iniesta út og tað má mestast sum eitt greitt tekin um, at Barcelona hevði uppgivið at fanga týsku maskinuna aftur.
Smáar tjúgu minuttir fyri tíð økti Bayern Munchen til 2-0. Gott og skjótt spæl endaði við at Franck Ribery legði innfyri úr vinstru og Gerard Pique gjørdi sjálvmál. Fimm minuttir seinni økti Thomas Muller við stútara eftir enn eitt innlegg frá Franck Ribery.
Meðan Bayern Munchen nú kann fyrireika seg til Champions League finaluna, so tykist stórtíðin hjá Barcelona verða komin at enda fyribils. Hóast teir helst vinna heimligu kappingina, so hevur spælið als ikki verið á sama stigi, sum tað hevur seinnu árini.
Champions League finalan verður 25. mei á Wembley í London.
Champions League hálvfinala:
Barcelona(0)-(4)Bayern Munchen 0-3(0-0)
0-1 Arjen Robben, 48
0-2 Gerard Pique, 72 Sjálvmál
0-3 Thomas Muller
Bayern Munchen vinnur samanlagt 7-0
Barcelona: 4-3-3
Victor Valdes Dani Alves, Gerard Pique, Marc Bartra(Martin Montoya 87.min), Adriano Xavi(Alexis Sanchez, 55.min), Alex Song, Andres Iniesta(Thiago 65.min) David Villa, Cesc Fabregas, Pedro
Á bonkinum: José Manuel Pinto, Jonathan Dos Santos, Lionel Messi, Cristian Tello.
Bayern Munchen: 4-2-3-1
Manuel Neuer Philipp Lahm(Rafinha 76.min), Jerome Boateng, Daniel Van Buyten, David Alaba Bastian Schweinsteiger(Luis Gustavo 66.min), Javier Martínez(Anatoliy Tymoschuk 74.min) Arjen Robben, Thomas Muller, Franck Ribery Mario Mandukic
Á bonkinum: Tom Starke, Dante, Xherdan Shaqiri, Mario Gomez