Bundesligan í Týsklandi fór í gongd aftur í farnu viku, og í kvøld var toppuppgerð millum stórfeløgini Bayern Munchen og Boroussia Dortmund.
Dortmund var um reppið at fáa eina dreymabyrjan, tá ið norski Erling Haaland hevði eina naska roynd, ið bleiv bjargað á sjálvari málstrikuni.
Í staðin var tað Joshua Kimmich hjá Bayern, sum stutt undan steðginum við einum frekum lobbi av brotsteigarmarkinum legði gestirnar úr Munchen á odda í dystinum á Signal Iduna Park í Dortmund.
Bæði liðini komu til møguleikar, men Bayern Munchen tóktist tó hava tamarhald á støðuni, og fleiri mál komu ikki í dystinum.
Við sigrinum í kvøld hevur Bayern Munchen nú sjey stig niður til Dormtund, og bert seks umfør eru eftir at spæla.