Bayern Munchen hevur beina kós móti fjórðingsfinaluni í Champions League, eftir at teir í kvøld vunnu 3-1 á Arsenal á Emirates leikvøllinum London.
Bayern Munchen setti seg á dystin frá byrjan. Longu aftaná sjey minuttir kom týska stórliðið á odda, tá Toni Kroos av brotsteigarmarkinum setti fótin á eitt innlegg úr høgru og í mál. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Thomas Muller fyri gestirnar, tá hann var fyrstur á ein retur eftir hornaspark. Heilt tætt undir málinum kundi hann sparka bóltin í nettakið.
Nú sá illa út hjá Arsenal, men tíggju minuttir inn í seinna hálvleik eydnaðist at minka um munin. Ólíkt Manuel Neuer í Bayern Munchen málinum, kom hann skeift út til eitt hornaspark, og so kundi fyrrverandi Bayern Munchen framherjin, Lukas Podolski stúta bóltin í eitt tómt mál.
Arsenal hevði onkran møguleika at javnað, men millum annað Oliver Giroud var ikki nóg neyvur frammanfyri málinum. Tað endaði við, at Bayern Munchen økti eftir flatt innlegg úr høgru, sum Mario Mandzukic beindi í málið.
Trýstið vekur á Arsenal venjaran, Arsene Wenger, sum ikki hevur vunnið eitt steyp síðani 2005, tá teir vunnu FA Cup. Nú tykjast viðhaldsfólkini ótolnast.
FC Porto hevði vitjan av Malaga. Heimliðið fekk einsamalla málið í dystinum stutt inn í seinna hálvleik, tá Joao Moutinho beindi eitt lágt innlegg í málið.
Champions League fyrra 1/8 finala:
Arsenal Bayern Munchen 1-3(0-2)
0-1 Toni Kroos, 7
0-2 Thomas Muller, 20
1-2 Lukas Podolski, 55
1-3 Mario Mandzukic, 77
FC Porto Malaga 1-0(0-0)
1-0 Joao Moutinho, 56