Bayern setti met í meistararúsi

Hóast tað mangla sjey umfør, so er Bayern Munchen longu meistari

Bayern Munchen verður av mongum mett sum heimsins besta fótbóltslið. Teir vunnu alt, sum kann vinnast í fjør, og tað stendur við í ár. Teir eru enn við í Champions League og hava longu vunnið meistaraheitið.

 

Tað hendi í einari sannari uppvísing á Olympiska leikvøllinum í Berlin. Bayern Munchen vann 3-1 á Hertha Berlin og sett met fyri flestar rættar avleveringar í einum fótbóltdysti í einum av teimum stóru landskappingunum síðani byrjað var at telja í 2005.

 

Samanlagt hevði Bayern Munchen 1078 avleveringar sína millum. Tað eru 32 fleiri enn Barcelona hevði móti Levante í 2011.

 

Aftaná 27 umfør hevur Bayern Munchen samlað sær 77 stig. Teir hava ongan dyst tapt og bara spælt tveir javnar. Nummar tvey er Borussia Dortmund sum hevur 52 stig.