Tað er ikki ivi um, at Bayern Munchen er best. Liðið hevur seinasta hálva annað kappingarárið vunnið seks steyp. Tað seinasta av teimum bleiv vunnið í kvøld, tá Bayern Munchen vann 1-0 á meksikanska Tigres UANL. Dagsins maður bleiv Banjamin Pavard.
Bayern Munchen hevur nú vunnið FIFA World Club Cup, Champions League, Bundesliguna, týsku steypakappingina, týska og evropesiska stórsteypið. Venjarin, Hansi Flick, hevur nú vunnið fleiri steyp enn hann hevur tapt dystir við Bayern Munchen.
Finalan í kvøld bleiv spæld á Education City Stadium í Katar. Tigres UANL bleiv nummar tvey og Al Ahly úr Egyplalandi fekk bronsu, eftir at hava vunnið eftir brotsparkskapping á brasilska Palmeiras.