Bayern Munchen er í finaluni

Champions League: Bayern Munchen vann 3-0 á Lyon og skal møta PSG í finaluni

Tað verða Bayern Munchen og Paris Saint Germain, sum skulu spæla í Champions League finaluni, sum verður sunnudagin. Bayern Munchen vann í kvøld 3-0 á Lyon.

Máltalvan sigur frá einum greiðum sigri til týsku maskinuna, men Lyon hevði sanniliga sínar málmøguleikar. Tað var eisini um reppið, at bæði Memphis Depay og Karl Toko Ekambi løgdu Lyon á odda, men tann fyrri rakti ikki málið, meðan tann seinni rakti stongina.

Í hinum endanum tók Serge Gnabry av, tá hann rak seg leysan á brotsteigarmarkinum. Vinstrabeinsskotið var gott og so setti Bayern Munchen seg á dystin. Serge Gnabry økti eftir 33 minuttir til 2-0, tá hann prikaði ein retur í málið.

Í seinna hálvleiki vóru aftur løtur, har verjan hjá Bayern Munchen ikki sá so sannførandi út, men søgan var tann sama. Hesa ferð var tað Robert Lewandowski, sum setti punktum við at skora til 3-0 tveir minuttir fyri tíð.

Champions League hálvfinalur:

Lyon - Bayern Munchen 0-3 (0-2)

0-1  Serge Gnabry, 13

0-2  Serge Gnabry, 33

0-3  Robert Lewandowski, 88

 

RB Leipzig – PSG 0-3 (0-2)

0-1  Marquinhos, 13

0-2  Ángel Dí María, 42

0-3  Juan Bernat, 56

Leipzig: Gulácsi; Klostermann (Orban 83), Upamecano, Mukiele; Laimer (Halstenberg 62), Kampl (Adams 64), Sabitzer, Angeliño; Olmo (Schick 46), Nkunku (Forsberg 46); Y Poulsen

Paris: Rico; Kehrer, Kimpembe, Thiago Silva, Bernat; Herrera (Verratti 83), Marquinhos, Paredes (Draxler 83); Di María (Sarabia 87), Mbappé (Choupo-Moting 86), Neymar