Tað skuldi brotssparkskapping til áðrenn tað var greitt, at Bayern Munchen skal møta Chelsea í Champions League finaluni 19. mei. Bayern Munchen vann fyrru hálvfinaluna 2-1, meðan Real Madrid í kvøld vann 2-1 Cristiano Ronaldo skoraði bæði málini fyri Real Madrid, meðan Arjen Robben skoraði málið hjá Bayern Munchen. Einki mál kom í longdu leiktíðini og tí varð farið til brotssparkskapping
Real Madrid brendi tríggjar ferðir, meðan Bayern Munchen brendi tvey. Tað endaði við at Bastian Schweinsteiger skoraði avgerandi brotssparkið, ið sendir Bayern Munchen í finaluna, sum verður á heimavøllinum hjá Bayern Munchen.
Real Madrid skuldi skora fyri at hava nakran møguleika fyri at koma víðari. Tað gingu eisini bara seks minuttir, so bríkslaði dómarin fyri brotssparki til heimaliðið. Ángel Di María royndi seg við skoti, sum rakti armin á David Alaba. Bayern Munchen leikararnir vóru alt annað enn fegnir um avgerðina og mettu at tað var við óvart. Cristiano Ronaldo var tryggur úr ellivu metrum og sendi málmannin skeivan veg.
Smáar tíggju minuttir seinni økti sami Cristiano Ronaldo tá hann kom at standa púra leysur í brotsteiginum. Ísakaldur trillaði hann bóltin í málið til 2-0. Dysturin var opin og bæði liðini høvdu góðar møguleikar at skora.
Tá fyrri hálvleikur var ein lítlan hálvan tíma gamal bríkslaði dómarin aftur fyri brotssparki. Hesa ferð til Bayern Munchen. Hann metti at Pepe skumpaði Mario Gomez, tá hann royndi at koma fram til eitt innlegg. Fyrrverandi Real Madrid vongurin, Arjen Robben, skoraði upp á brotssparkið, sum Iker Casillas var um reppið at bjarga.
Leikferðin dalaði nógv í seinna hálvleiki og sjáldan var vandi frammanfyri málinum. Bayern Munchen mundi hava bóltin nakað meiri, meðan Real Madrid við Cristiano Ronaldo á odda royndi seg við skjótálopum.
José Mourinho skifti Kaka inn fyri Ángel Di María. Bayern Munchen var nær við at skora avgerandi málið, tá Arjen Robben spældi Mario Gomez leysan, men hann tøvaði og tað endaði við at verjan kom í vegin. Sostatt varð farið til longda leiktíð.
Stutt inn í longdu leiktíðina skifti Bayern Munchen Franck Ribery út fyri Thomas Muller. Bæði liðini tóktust troytt og tað sást aftur á neyvleikanum í spælinum. Einki mál komí longdu leiktíðini og tí varð farið til brotsspørk.
Cristiano Ronaldo, Kaka og Sergio Ramos brendu fyri Rel Madrid, meðan Toni Kroos og Philipp Lahm brendu fyri Bayern Munchen. Eftir stóð Bastian Schweinsteiger við avgrandi brotssparkinum og skoraði.
Bayern Munchen skal sostatt møta Chelsea í Champions League finaluni, sum verður á Allianz Arena í Munchen tann 19. mei.
Champions League hálvfinala:
Real Madrid (1) (2) Bayern Munchen 2-1 (3-3 samanlagt - 5-6 eftir brotsspørk)
1-0 Cristiano Ronaldo, 6 br
2-0 Cristiano Ronaldo, 14
2-1 Arjen Robben, 27 br










