FC Bayern hevur beina kós ímóti týska meistaraheitinum. Um vikuskiftið vann Bayern heili 4-1 á Stuttgart, og nú manglar Bayern bert eitt stig í fyri at kunna vissa sær týska meistaraheitið. Bayern hevur verið í flokki fyri seg í týsku kappingini í ár, og tað kemst millum annað av keypinum av fleiri stórspælarum farna summar.










