Bayern jarðlegði Werder Bremen

Tað var lagt upp til eitt satt brak millum Bayern München og Werder Bremen, tá ið liðini bæði møttust í 2. umfari av Bundesliguni í dag. Men stóri styrkurin, ið Bayern München hevur ognað sær til hetta kappingarárið, var ov stórur biti hjá Werder Bremen, sum annars høvdu heimavallarfyrimunin.

 

Bara eitt mál varð skotið í fyrra hálvleiki, og hetta var eitt brotssparksmál frá franska Franck Ribery. Luca Toni setti gongd á málskjótingina seks minuttir inn í seinna hálvleik, og løtuna seinni økti Hamit Altintop til 3-0. Allir hesir tríggir málskjúttarnir eru keyptir til júst hetta kappingarárið.

Fjórða og seinasta málið í dystinum átti Andreas Ottl, sum í mun til hinir málskjúttarnir hevur leikt øll síni ungdómsár við Bayern München.

 

Við stórsigrinum liggur Bayern München einsamalt á odda í Bundesliguni við seks stigum fyri tveir dystir, meðan Werder Bremen við einum stigi liggur á triðaftasta plássi.