Bayern Munchen skoraði sum tað einasta liðið í Champions League í kvøld. Manchester United spældi málleysan javnleik í Marseille. Bayern Munchen skoraði í evstu løtu í endurtøkuni av Champions League finaluni frá í fjør millum Inter Milan og Bayer Munchen. Málið kom ikki fyrr enn í yvirtíðini í seinna hálvleiki. Arjen Robben royndi seg við langstkoti, sum málmaðurin ikki megnaði at halda. Mario Gomez var fyrstur á og prikaði bóltin í málið.
Stemningurin á Stade Vélodrome í Fraklandi var góður, men tað bleiv ikki umsett til mál. Fyrri hálvleikur í Marseille hevði ikki so nógv at bjóða uppá. Manchester United hevði onkra roynd móti málinum, men tað gjørdist ongantíð vandamikið. Champions League vinnarnir frá 1993, Marseille, høvdu at kalla einki at bjóða uppá.
Í seinna hálvleiki kom meira ferð á, men heldur ikki her komu liðini til teir nógvu málmøguleikarnir. Dysturin endaði við 0-0.
Champions League 1/8 finalur:
Inter Milan ? Bayern Munchen 0-1 (0-0)
0-1 Mario Gomez, 90
Marseille ? Manchester United 0-0 (0-0)
AC Milan ? Tottenham 0-1
Arsenal ? Barcelona 2-1
AS Roma ? Shakthar Donetsk 2-3
FCK ? Chelsea 0-2
Lyon ? Real Madrid 1-1
Valencia ? Schalke 1-1