Bayern helst uttan Ribery

Tá Bayern Munchen í fyrru hálvfinaluni á Allianz Arena í Týsklandi tók ímóti Lyon, fingu teir franska landsliðsleikaran, Franck Ribery, útvístan fyri eina harðliga takling. UEFA metti taklingina vera so harðliga, at teir góvu Ribery tríggjar dagar leikbann. Tað merkti, at Ribery ikki var við í seinnu hálvfinaluni, men eisini at hann ikki kann spæla í finaluni, ið verður leikt í Madrid.

 

Bayern Munchen og Franck Ribery kærdu dómin alt fyri eitt, men nú hevur UEFA staðfest dómin.

 

- Vit fara framvegis at stríðast fyri rættvísi so Franck Ribery, hóast staðfestingina av leikbanninum, kann luttaka í Champions League finaluni. Vit eru sera skuffaði av dóminum og vit meta ikki at hetta er meiri enn eitt vanligt reytt kort, sigur Karl-Heinz Rummenigge, ið er formaður í Bayern Munchen.

 

Seinasti møguleikin hjá Bayern Munchen at kæra málið til, er Court of Abritration for Sport ?CAS.?

 

Champions League finalan verður 22. mai á Santiago Bernabeu, ið er heimvøllurin hjá Real Madrid. Mótstøðan hjá Bayern Munchen verður Inter Milan.