Týska stórfelagið FC Bayern hevur enn einaferð rent seg inn í trupulleikar. Eftir trý umfør av týsku landskappingini, hevur Bayern framvegis ikki vunnið nakran dyst. Um vikuskiftið tapti Bayern – framvegis rættiliga óvæntað – 2-1 til Mainz 05, sum ikki hevur tey stóru avrikini í týskum fótbólti at reypa sær av. Bayern hevur fingið tvey stig higartil og liggur nummar 12 í kappingini.
Tíðindi










