Bayern gleið ímóti Dortmund

Bayern-leikarar kláraðu ikki at standa á beinunum undir brotsparkskappingini

Í kvøld hevur hálvfinala verið í týsku steypakappingini. Mótstøðuliðini vóru eyðkendu stórfeløgini Bayern Múnchen og Borussia Dortmund. Dysturin varð leiktur á Allianz Arena í Múnchen.

 

Bayern legði bragdligari fyri, og í hálvleikssteðginum var støðan 1-0 til favorittarnar. Málskjútti var fyrrverandi Dortmund-málslúkurin, Robert Lewandowski. Bayern hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, men í seinna hálvleiki var tað Dortmund, ið kom afturí aftur. Tá ið eitt korter var eftir javnaði Pierre-Emerick Aubameyang nevniliga til 1-1. Javnleikurin hevði við sær, at farið var til longda leiktíð, tí at vinnari skuldi finnast. Í longdu leiktíðini fekk Kevin Krampl hjá Dortmund reytt kort, men annars var ikki nógv at skriva heim um. Tískil var neyðugt við brotssparkskapping.

 

Í brotssparkskappingini gekk tað av skriðuni hjá Bayern. Fyrstu gliðu báðar tær rutineraðu superstjørnurnar, Philipp Lahm og Xabi Alonso, tá ið teir skuldu skjóta, og eiheldur megnaði fyrrverandi Dortmund-stjørnan, Mario Gøtze, at skora. Dortmund skoraði upp á síni fyrstu tvey skot, men triða skotið brendi Mats Hummels, og tískil hevði Bayern eina síðsta lívlínu í brotssparkskappingini. Manuel Neuer varð settur at skjóta fjórða skotið hjá Bayern, men hann brendi eisini, og tískil er Borussia Dortmund í týsku steypafinaluni.

 

Bayern - Dortmund 1-1 (1-0)

30. Robert Lewandowski 1-0

75. Pierre-Emerick Aubameyang 1-1

 

Dortmund vann 2-0 í brotssparkskappingini.